»Problemið hjá arbeiðarafeløgunum er, at tey hava ein óbrúkiligan formann, sum bara brúkar ein ótrúligan kjaft og ikki ger peningsverk til nyttu fyri sínar limir.«
So hvassorðaður var Óli Jacobsen, úr Verkamannafylkingini í samgongu, í viðmerking til røðu hjá Ingeborg Winther, úr Verkamannafylkingini í andstøðu. Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, treiv eftir bjølluni og ringdi, so klokkarin í Pæturskirkjuni ivaleyst øvundar honum á jólum. Og sjálvandi fekk Óli eisini átalu frá formanninum fyri orðavalið.
At valár er, var eingin ivi um í Tinginum mánadagin. Hóast nógvir tingmenn meira ella minni eru í móti at lata skattalætta til ávísar samfelagsbólkar fram um aðrar, tyktist ikki, sum teir tordu at siga tað hart.
Summir vildu vera við, at tað bar ikki til. Onkur annar unti sjómonnum tað væl, men ivaðist í, hvussu hetta skuldi fíggjast.
Meðan onkur var, sum beinleiðis tók undir við uppskotinum hjá Anfinni Kallsberg, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Framsøgumaður Sambandsfloksins, Bjørn á Heygum, segði, at hann væntaði, at fiskimenn, nú teir fara at fáa skattalætta, eisini til næstu sáttmálasamráðingar fara at vísa samfelagsábyrgd.
Við hesum meinar hann við, sigur Bjørn á Heygum, at tað at vísa ábyrgd, er at verða við til at tryggja sítt egna arbeiðspláss.
Tað eru partar av flotanum, til dømis rækjuskipini, sum ikki bera seg, og við ikki at seta ov høg krøv, kunnu fiskimenninir vera við til at bjarga teimum.
Men har við er ikki fjalt í uppskotinum ein lønarniðurskurður, sigur Bjørn á Heygum.
»Vit ganga bara út frá sum generelt, tá tað ræður um fiskimenn, sum einhvønn annan vinnubólk í hesum samfelagnum, at teir hava ábyrgdarkenslu og samfelagssinni,« sigur Bjørn á Heygum, framsøgumaður Sambandsfloksins í skattamálum á Tingi.
Og hetta við at lata skattalætta nú og so vænta, at fiskimenninir lata vera við at koma við krøvum til næstu sáttmálasamráðingar, er ikki spæl fyri gallarínum, sigur Bjørn á Heygum.
Hann sigur, at Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, í lógaruppskotinum kemur við sínum grundgevingum.
»Men at man so kemur við eini áheitan á hendan bólkin, sum fær fyrimunir av hesum lættanum at vísa ábyrgd; tað er væl einki forgjørt ella ónatúrligt í tí, ha?« heldur Bjørn á Heygum.
Og sum skiltist á Lassa Klein, framsøgumanni Kristiliga Fólksfloksins Føroya Framburðs- og Fiskivinnufloks, fer hann at taka undir við uppskotinum, nú valsamgonga er gjørd.
Sett kílar í
Jóannes Eidesgaard, framsøgumaður Javnaðarfloksins, harmaðist um, at tað enn einaferð hevði eydnast Fólkaflokkinum at seta kílar í fakfelagsrørsluna.
Hesaferð er rættiligt rok íkomið millum Fiskimannafelagið og restina av rørsluni, orsakað av uppskotinum hjá Anfinni Kallsberg um skattalætta til fiskimenninar.
Men Jóannes Eidesgaard væntaði ikki, at hesin skattalættin fór at fáa menn at venda heimaftur, hóast nýggja, norska stjórnin er í ferð við at taka av tær serskattaskipanir, galdandi eru fyri norskar fiskimenn.
Hetta, helt hann, var nakað fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk at kanna hjá ideologibrøðrunum fyri eystan.
»Tað ber ikki til at geva skattalætta til ein samfelagsbólk, meðan onnur, sum eru verri fyri, einki fáa.
Jóannes Eidesgaard harmaðist eisini um, at munur nú verður gjørdur á skattingini av fólki.
Fyrr hevur sami útrokningarháttur verið nýttur fyri øll. Men soleiðis verður ikki meira, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann vísti á, at frádrátturin hjá nøkrum bólkum kundi gerast størri, enn onnur, sum ikki fáa frádrátt, hava í inntøku.
Tí vildi Jóannes Eidesgaard hava lagt loft í upphæddina, sum hevur rætt til frádrátt.
Hann vildi eisini hava, at frádrátturin minkar í sama mun, sum inntøkan veksur.
Størri upptak
Heini O. Heinesen, framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, spurdi, hvør skuldi taka upp eftir alt hetta svansi um eini tvey ár. Tí tá væntaði hann, at onnur manning sat í Tinganesi.
Annars tyktist Heini í heldur ringum skørum, tá hann fór á røðarapallin. Onkur í Tinginum gitti, at tað var tí, at hann skuldi als ikki vera framsøgumaður í hesum máli. Tað skuldi Finnbogi Ísakson, men hann møtti ikki á fundi.
Heini O. Heinesen langaði eftir samgonguni, sum hann segði møta við einum púra ófyrireikaðum uppskoti.
»Samgongan meinar als einki við hesum uppskotinum,« segði Heini O. Heinesen, sum metti hetta sum tað bera gjar nú upp undir val.
Heini O. Heinesen segði, at tað var burturvið, at samgongan í ávísum bløðum nú í longri tíð hevði róð upp undir, at útróðrarmenn svika við studninginum.
Eisini vildi tjóðveldisframsøgumaðurin vita, um tað var lógligt, tá John Petersen, landsstýrismaður, boðar frá, at verður verkfall, fáa øll skip loyvi at fara beinleiðis uttanlands at avreiða.
Hann vísti á, at John Petersen júst hevur sett kunngerð í gildi, sum bannar hesum.
Og tað helt Heini vera í so nógv avgjørt, um hann nú fór at geva hetta loyvi.
Útlendingar stuðlaðir
Eftir, at Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, hevði havt orðið, komu viðmerkingarnar.
Og tær vóru um bæði líkt og ólíkt. Ofta ólíkt. Tó var onkur, sum setti sving í tær gráu hjá summum tingmonnum.
Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum segði, at tað bar til hjá fiskimonnum, sum búgva uttanlands, men eru við føroyskum skipum, at fáa føroyska inntøkutrygd, hóast teir einki gjalda til føroyska landskassan.
Tað er soleiðis, segði Henrik Old, at maður - íslendingur, norðmaður ella føroyingur - búsitandi uttanlands, kann mynstra við føroyskt skrásettum skipi. Hann rindar ikki skatt í Føroyum, men hann hevur rætt til føroyska inntøkutrygd á jøvnum føti við føroyingin, sum stendur við síðuna av honum og rindar alt sítt til føroyska landskassan.
Hetta fekk Finnboga Arge, utanflokkamann á Tingi, at spyrja Anfinn Kallsberg, landsstýrismann í fíggjarmálum, um tað var satt, sum Henrik Old segði.
Og Anfinn Kallsberg svaraði:
»Ja, tað passar.«
Síðan Ingeborg
Eftir at framsøgumenninir vóru lidnir, fek Ingeborg Winther orðið.
Og hon gav Samgonguni og øllum teimum, sum taka undir við uppskotinum um skattalætta, eina breiðsíðu.
Hon helt tað vera løgið, at samgongan kundi fara at tosa um skattalætta í eini tíð, tá landið annars var við at ganga undir í skuld.
Vit hava ikki ráð at leggja fólk inn á tey sjúkrahús, vit hava, og búfólkini á Pensionatinum vórðu nú til jólar rikin av húsinum sum hundar.
Men vit skulu hava undirsjóartunnil og skattalættar til ein samfelagsbólk, har onkur hevur upp til 700.000 krónur í inntøku.
Og meðan Ingeborg Winther hevði orðið, sat fólkafloksmaðurin Óli Breckmann og svaraði til og royndi seg við ymiskum hábrøgdum.
Ingeborg Winther helt tað vera nógv fyri, at tey, sum eftir vórðu og tóku skrædlið eftir kreppuna, nú eisini skuldu keypa tey heimaftur, sum stungu av, tá harðast leikaði á.
Hon vísti á, at tað ber ikki til alla tíðina at samanbera føroyskar og norskar fiskimenn á skattaøkinum.
Til dømis fáa norðmenn skattafrádrátt, men teir hava heldur onga inntøkutrygd, segði hon.
Men hetta var ein liður í lønarætlanini hjá Fólkaflokkinum við vælsignilsi frá formanninum í Fiskimannafelagnum, sum er í samgonguni, segði Ingeborg Winther.
Og so fleyt yvir hjá Óla Jacobsen.
Hann fekk orðið til eina viðmerking og segði, at Ingeborg Winther hevði enn einaferð víst sína totalu foragt fyri fiskimonnum.
Hon brúkar bara ein ótrúligan kjaft og ger ikki peningsverk til nyttu fyri sínar limir, segði Óli.
Og meðan summir tingmenn ógvaðust, og aðrir sótu í skellilátri, helt Óli Jacobsen á dyr fylgdur av átalu frá løgtingsformanninum og bjølluljóði, sum ikki verður harðari at hoyra á jólum.