Ingeborg fekk aftur fullan stuðul

? Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag er óbroytt, eftir at stjórnarval var hósdagin

Stjórnarval

Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag heldur fram óbroytt í eitt valskeið afturat.
Tað er greitt eftir stjórnarvalið á aðalfund felagsins hósdagin.
Tað er somuleiðis greitt, at forkvinna felagsins seinastu 25 árini, Ingeborg Vinther, framvegis skal standa á odda fyri felagnum tey bæði næstu árini.
Hon varð nevniliga enn einaferð vald til forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag og tað at kalla einmælt eisini. Og heldur ikki hesuferð hevði hon nakað mótvælevni.
Ingeborg Vinther gjørdust forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í 1980 og síðani er hon afturvald 12 ferðir uttan so mikið sum at hava havt eitt tað einasta mótvalevni nakrantíð og tað hevði hon heldur ikki hesuferð.
Sostatt hevur tað ongantíð verið nakrar ivi um, hvønn limirnir vilja hava at standa á odda fyri felagnum.
Tveir aðrir nevnarlimir stóðu eisini fyri vali í dag. Teir vóru Karla Einarsson og Poul Juul Festirstein og tey vórðu bæði afturvald.
Somuleiðis vórðu eykalimirnir afturvaldir. Jan Nielsen er fyrsti tiltakslimur, Osmundur Berg er annar tiltakslimur og Jógvan Páll Johansen er triði tiltakslimur.
Hini í nevndini, sum ikki stóðu fyri vali hesuferð, eru Georg F. Hansen, næstformaður, Agnar Olsen, Margretha Rasmussen og Sunrid Vang.