Inger Støjberg meldar seg úr Vinstra og heldur fram sum leysgangari í Fólkatinginum. Tað sigur hon við Skive Folkeblad.
– Tað er øgiliga tungt hjá mær, men tað fær ikki verið øðrvísi. Í støðuni, eg nú eri í, er tað at vera leysgangari besti mátin, eg kann halda fram við at stríðast fyri teimum virðum, eg standi fyri, sigur Inger Støjberg við Skive Folkeblad.
/ritzau/