- Hasi 20 sekundini gingu ræðuliga seint. Orðini eigur hjálparvenjarin hjá føroyska U21 manslandsliðnum, Ingi Olsen aftaná minniliga 28-27 HM-sigurin hjá føroyska U21 landsliðnum ímóti Suðurkorea í HM-endaspælinum í Algeria.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Inga Olsen aftaná sigurin á Suðurkorea. Og hoyr Inga greiða frá teimum longstu 20 sekundunum í føroyskari hondbóltslandsliðssøgu.
Ingi Olsen heldur, at tað eydnaðist føroyska liðnum betur at demma upp fyri tí skjóta suðurkoreanska spælinum, enn tað eydnaðist Noregi, sum føroyska liðið spælir ímóti í morgin klokkan 18. Ein dystur Rás2 sigur frá.
Ingi Olsen viðgongur, at tað vóru løtur, har føroyska verjan var yvirspæld, og føroysku spælararnir komu onkuntíð at síggja "býttir" út, sum Ingi málber seg, men stóran part av dystinum riggaði verjuspælið væl.