Ingi og Agnar taka yvir landsliðsarbeiði

Hondbóltur: HSF hevur gjørt avtalu við Inga Olsen og Agnar Joensen um at standa á odda fyri U06-landsliðnum hjá kvinnum næstu tvey árini

Mynd: (HSF) Agnar Joensen og Ingi Olsen

Hondbóltssambandið hevur gjørt avtalu við Inga Olsen og Agnar Joensen um at standa á odda fyri U06-landsliðnum hjá kvinnum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2006 og 2007, skrivar HSF.fo.

 

Tað var alment í gjár, at Sonni Larsen ikki heldur fram sum venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum og U17-landsliðnum. Hann hevur fingið venjarastarv í Noreg. Í tí sambandi er nýggj avtala gjørd við Inga Olsen um at verða venjari hjá U06-kvinnum. Samstundis er sáttmálin við verandi venjara, Agnar Joensen, longdur. Avtalan er galdandi til á sumri 2025.

 

Føroysku U17-kvinnurnar skulu spæla EHF Championship kapping í Aserbajan í døgunum 5. – 13. august. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Luksemborg og Grikkalandi.

 

Mynd: (HSF) Agnar Joensen og Ingi Olsen