Ingibjørg og ÍBV vunnu seinna dystin men taptu samanlagt

Evropeiska ævintýrið hjá ÍBV er liðugt á hesum sinni

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV hava hetta vikuskiftið verið á Madeira fyri at spæla tveir Europa Cup dystir móti Madeira Andebol.

 

Ígjár gekk stak illa, tá Madeira vann 30-23 (16-11).

 

ÍBV avrikaði munandi betri í dag. Og í steðginum var ÍBV á odda 14-10, og ein samlaður sigur kundi hómast. Men tað gjørdist bert talan um ein 24-22 sigur til ÍBV, og harvið vann Madeira ein samlaðan 52-47 sigur.

 

Ingibjørg skoraði aftur í dag tvey mál fyri ÍBV.

 

Komandi leygardag spælir ÍBV seinasta dystin í hesum kalendaraárinum, tá tær á heimavølli taka móti HK í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.