Vága Tjóðveldisfelag hevur í kvøld havt uppstillingar fund, har gjørt varð av at stilla tvey fólk upp úr Vágum, Ingólf S. Olsen og Biritur á Løgmansbø Bláhamar.
Bæði hava stillað upp áður. Ingolf Olsen stillaði upp fyri Tjóðveldi seinast, tá hann gjørdist nummar 12 á listan um við 146 atkvøðum.
Birita á Løgmansbø Bláhamar stillaði eisini upp til seinasta løgtingsval. Men tað var ikki fyri Tjóðveldi, men fyri Framsókn. Hon gjørdist nummar 10 á listanum hjá Framsókn við 35 atkvøðum.