Ingun Simonsen: Eg eri sera stolt av úrslitinum

? Nú er mín missión í skopun liðug, sigur Ingun Simonsen, sum nú er koyrfr frá sum fyrstilærari í Skopun

Skúlastríð

? Eg havi brúkt fimm ár av mínum lívi uppá Skopunar skúla og havi arbeitt við lív og sál. Eg síggi tað soleiðis, at nú er mín missión liðug og eg eri sera stolt av úrslitinum.
Hetta sigur Ingun Simonsen, sum nú er koyrd frá sum fyrstilærari í Skopun, í tíðindaskrivi, hon hevur sent fjølmiðlunum seinnapartin týsdagin.
Seinastu árini hava stórir trupulleikar verið í skúlanum í Skopun og teir endaðu fyrr í vikuni við, at Ingun Simonsen varð flutt í Hoyvíkar Skúla og ein annar lærari, Sigurd Bærentsen, verður fluttur í Meginskúlan á Sandi
? Eg havi tikið avgerð um at verða flutt í annað starv, tí eg vil hava frið, bæði fyri meg sjálva og ikki minst fyri mína familju, sum hóast alt hevur stórstan týdning fyri meg, sigur Ingun Simonsen í tíðindaskrivi.
? Eg havi fingið starv í Hoyvíkar skúla og tað gleði eg meg til, tí eg havi bert hoyrt alt gott um skúlan og kenni meg vælkomna. Eg skal í øllum førum gera mítt til, at samstarvið millum meg, børn, foreldur og starvsfelagar verður gott.
Hon sigur, at hon hevur fingið góðar sømdir, við tað, at hon fær loyvi at útbúgva seg víðari og hon hevur eisini fingið rættiliga fitt í niðurskurði á skúlanum, so at hon færhøvi at lesa. Harafturat fær hon somu løn sum nú.

Ikki allur sannleikin
? Tá ið ført hevur verið fram, at ósemjan um Skopunar skúla er ímillum meg og ein lærara, er hetta ikki allur sannleikin, sigur Ingun Simonsen í tíðindaskrivin um.
? Men hetta hevur onkur valt at kalla tað og tað má so standa fyri teirra egnu rokning. Hetta er ein trupulleiki, sum stingur nógv djúpari og hevði eg havt heimildir sum leiðari at loyst knútin, hevði eg ikki valt henda háttin, tí væntast kann, at trupulleikin fer at halda fram í fleiri ár aftrat. Skal ein tílík ósemja loysast, er neyðugt, at fólkið, ið skal loysa ósemjuna, er staðkent og veit hvat fyriferst, eisini úti á síðulinjuni.
Ósemjan var har heilt greitt áðrenn eg varð sett í starv 1997, hetta søgdu embætisfólk í Landsskúlafyrisitingini og Landsstýrinum mær fleiri ferðir og ávaraðu meg um, at eg fór at fáa tað trupult. So sigast kann, at eg visti hvat eg gekk inn til.
Hon sigur eisini, at játtanin til skúlan var sera lítil, tá hon kom, einans 7000,00 kr. Hon hevði ligið millum 2000,00 og 7000,00 kr. í fleiri ár.
? Í dag hevur skúlin eina játtan, ið svarar til einar 1800,00 kr. pr. næming bert til undirvísingartilfar, harafturat er peningur játtaður til onnur endamál á skúlanum, so sigast kann, at í so máta er skúlin sera væl fyri í dag, hóast hann er alt, alt ov lítil.
? Skúlin er eisini væl útgjørdur nú við øllum nútímans amboðum og hann er gjørdur í stand fyri nógvar hundrað túsund krónur. Har var bert eitt wc, tá ið eg kom, nú eru fimm. Lærararúm var ikki á skúlanum, nú hava vit eitt sera hugnaligt lærararúm og eina skrivstovu til leiðaran.

Børnini glað
? Pedagogiska linjan í dag er ein heilt onnur, enn tá ið eg kom. Børnini eru glað og hava sjálvi ávirkan á sína undirvísing, tey hava nøkur virði, sum eg trúgvi ongantíð kunnu takast aftur frá teimum, sama, hvat nú fer at henda.
?Og tey kenna síni rættindi sum menniskju og rættindini hjá øðrum við og tað er í mínari verð sera týdningarmikið, skalt tú fáa nakað burtur úr undirvísingini og hava eina góða barlast við tær út í lívið.
? Nýggja Fólkaskúlalógin er eisini ein partur í hesi ósemjuni. Lógin er eftir mínum tykki óhóskandi fyri okkara lílta land, hugt hevur verið ov nógv eftir, hvussu tey gera í Danmark, heldur áttu vit at hugt eftir t.d. íslendsku lógini, tí okkara mentan líkist meir og smíða eina lóg, sum hóskar til føroysk viðurskifti. Nógv gott er eisini við lógini, men hon er alt ov trupul at umsita.
? Tað verður alla tíðina ført fram, at peningur ikki er játtaður í nóg stóran mun. Men hetta er ikki einasti sannleikin. Lógin er so umfatandi, at ikki bert lærarar og leiðslur skulu mennast og útbúgvast, men so sanniliga eisini foreldur, kommunustýri og onnur við mugu fáa nógv meira vitan enn tey hava nú.
? Tað sum fer fram nú, er ikki minni enn ein stór kollvelting og tá rulla høvd, tað vita vit, sigur Ingun Simonsen í tíðindaskrivinum.