– Tað skal lítið til at fella uttan fyri normin í Føroyum.
Tað sigur Ingvald á Kamarinum í drúgvari samrøðu í Sosialinum, har hann greiðir frá sínum trupla barndómi, sum varð merktur av misrøkt, kynsligari misnýtslu, sálarsjúku og drukk.
– Ikki nógv í Føroyum kenna søgu mína. Her í Danmark eri eg serfrøðingur í børnum við autismu. Í Føroyum eri eg »bara sonur Marnu á Kamarinum«.
Soleiðis sigur 66 ára gamli Ingvald á Kamarinum úr Havn, sum seinastu 20 árini hevur stjórnað Fjordskolen í Suðursælandi í Danmark, sum hann sjálvur setti á stovn í 2001. Tað er ein skúli við undirheitinum »Et socialpædagogisk dagbehandlingstilbud« – ein skúli fyri børn við serligum tørvi.
Dreymurin hjá Ingvaldi á Kamarinum hevur verið at hjálpa børnum, sum ikki hava tað so lætt. Grundhugsan hansara er, at børnini hava onga ábyrgd av, at tey ikki trívast. Tað eru tey vaksnu, sum hava ta ábyrgdina.
##med2##
Og tað sigur hann við støði í sínum egna uppvøkstri í Føroyum og í Danmark, sum var alt annað enn ein tryggur og góður barndómur, men ein barndómur merktur av sviki, drykkjuskapi, sálarsjúku og kynsligari misnýtslu.
– Tað var eitt sindur undarligt, tá eg kom til Danmarkar í 1991. Eg hevði aldrin hugsað tankan, at eg skuldi fara at arbeiða við børnum, sum høvdu tað trupult.
– Eg ætlaði at gerast sosialráðgevi, men eg slapp ikki inn. So slapp eg inn á pedagogskúlan, og so tonkti eg, at so blívi eg bara námsfrøðingur.
– Eg minnist væl, at eg sat á konditarínum, og onkur spurdi, hvat eg gjørdi niðri. Eg segði bara, at eg koyrdi lastbil, eg tordi ikki at siga, at eg læs til pedagog. Og tá eg endiliga fekk tikið meg saman og sagt, at eg læs til pedagog, so minnist eg at ein speiskur maður hugdi upp á meg og segði:
– Pedagog? Ert tú blivin rumpari ella hvat?
##med3##
Soleiðis sigur Ingvald um upplivingina, tá hann skuldi greiða frá í Føroyum, at hann var farin at lesa námsfrøði. Hann hevði ilt við at siga tað, tí hann var uppvaksin við at vera órættvíst happaður.
Í samrøðuni í VikuskiftisSosialinum greiðiar Ingvald á Kamarinum frá nógvum óhugnaligum barndómsminnum. Eitt nú var hann sum eitt ára gamal gloymdur í eini rimasang í tvey samdøgur. Hann var kynsliga misnýttur av einum stjúkpápa, og hann royndi sum sjey ára gamal at gera sjálvmorð við at súkkla á sjólgv.
Hann lærdi seg tíðliga at elska lívið og siga, at »lívið er fantastiskt«. Hann legði sær í geyma, at tað var ikki hansara skyld, at støðan var so ring.
»Halt kjaft lívið er deiligt!«
##med4##
– Um so mamma hevði ligið í einum blóðhyli á gólvinum, og eg eri farin út sum barn, so minnist eg, at eg altíð havi sagt við meg sjálvan, at »lívið er deiligt«. Tað er ikki mín skyld, tað má vera teimum vaksnu, tað er nakað galið við!
– Tað er tann besta hjálpin, at tú plaserar skuldina á rætta stað. Nógv børn ganga runt og føla, at tey hava alla skyldina. At tað er teirra skyld, at foreldrini eru skild, og tað er teirra skuld, at alt gongur so illa. Soleiðis havi eg ongantíð havt tað, eg havi ongantíð havt skuldakenslu.
Tað hjálpti honum, og hetta sjónarmið hevur hann framvegis – eisini nú hann fæst við børn við serligum avbjóðingum, sum eitt nú ADHD.
– Eg hugsi mangan um hesi foreldrini og havi hug at siga, »takið tykkum nú for fanin saman« og hjálpi børnunum.
Tí líka mikið hvør diagnosan er, so hevur tað einki við diagnosina at gera, men hvussu foreldrini klára tað. Fyri tað um tú hevur ADHD, so er merkir tað ikki, at man skal vera óuppdrigin. Og har haldi eg, at nógv taka feil. Tað hoyri eg eisini úr Føroyum. Man er farin at hugsa í diagnosum. Knappliga, so hava øll børn fingið autismu og ADHD og alt møguligt annað. Alt í lagi við tí, men man skal minnast til, at børn eisini skulu uppdragast.
– Fyri tað um eitt barn hevur downsyndrom, so eru vit ikki í iva um, at tey skulu læra at turka sær sjálvum, læra at busta tenn og tosa ordiligt við fólk. So hví skal man ikki tað, fyri tað um tú hevur autismu ella ADHD, spyr Ingvald á Kamarinum.
##med5##
Hann vísir á, at tað eru foreldrini, sum missa takið, ikki børnini. Og so verður tað samfelagið, sum fær skuldina fyri, at børnini eru soleiðis – ella lærarin ella skúlin.
– Vit hava nógv børn her, sum ikki kunnu fara upp um morgunin og tí ikki koma í skúla. Tað er ikki skúlin ella lærarin, sum hevur skuldina av, at børnini ikki koma upp um morgunin. Tað eru foreldrini, sum skulu fáa tey upp úr seingini. tí tey sita og spæla við teldu alla náttina.
Lesið stóru samrøðuna við Ingvald á Kamarinum í Vikuskiftis Sosialinum, sum eisini kann lesast á netinum á sos.fo
##med6##