Føroyar-Cayman Islands 3-0 (25-13, 25-18, 25-17):
Hóast Føroyar væl og virðiliga vórðu mettir sum favorittar, so vistu spælararnir av, teir avgjørt ikki skuldu undirmeta Cayman oyggjarnar. Hóast spæl teirra er í besta primitiva beach-stíli, so kunnu teir gera ein vørr av og á. Eitt nú, tá teir í bólkaspælinum brádliga vunnu eitt sett í dystinum móti gullfavorittunum av Saaremaa.
Og tann ávaringin kom kanska væl við hjá okkum. Í øllum førum varð beach-stílurin hjá Cayman sópaður burtur frá fyrsta bríksli. Sleppa hesir framat smashunum, so kunnu teir væl verða vandamiklir, men tað sluppu teir tó sera sjáldan, tí føroyska trýstið als ikki loyvdi hesum. Ogg funnu teir loksins vegin fram til eina heving, so var føroyski blokkurin aloftast klókari enn power-smash stílurin hjá stórum mótstøðumonnunum,
Fyrsta settið var ein total útradering, og tó at tey bæði næstu ikki gjørdust eins stór Føroya-framsýning, so var ivin ongan tíð til staðar.
Og hóast avmarkaðu mótstøðuna, so vóru eisini glottar at hóma í føroyska spælinum. Fyrstu tveir dystirnar hevur Jón Nielsen staðið fyri bróðurpartinum av føroysku slagkraftini, men hesa ferð komu aðrir eisini væl við. Ikki minst var hugaligt at síggja Rúna Weihe, sum hóast nøkur mistøk veruliga tykist vera ávegis stórforminum, nú truplu dystirnir nærkast.
Hósdagin verður hálvfinala á skránni, og tá verður tað Rhodos, sum Føroyar skulu stríðast ímóti.