Innbrot í Tórshøll

Óbodnir gestir hava vóru í Tórshøll fríggjanáttina og teir fóru avstað við 17 túsund krónum

 

Fríggjamorgunin fekk løgreglan í Havn boð um, at tað hevði verið innbrot í Tórshøll fríggjanáttina.

Gestirnir vóru farnir við 17 túsund krónum í reiðum peningi og við fýra fløskum av brennivíni, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini á støðini í Havn.

Løgreglan hevur enn ikki funnið út av nær innbrotið er framt, men tað er hent eftir afturlatingartíð hóskvøldið, og áðrenn starvsfólkið kom til arbeiðis fríggjamorgunin. ? Tjóvarnir eru farnir inn í sunnara enda. Teir hava brotið sær veg gjøgnum eina hurð, sum er í tí endanum, greiðir Bergleif frá.

Hóast kriminalløgreglan enn ikki hevur tikið nakran á hondum, so hava teir kortini ein illgruna um hvørjir ? ella hvør ? ótangarnir eru, leggur Bergleif Brimvík afturat