Dagin fyri nýggjársaftan var innbrot í tveimum bátum á Argjum. Neyðbluss og neyðrakettir vórðu stolnar. Alt annað fekk frið í báðum bátunum.
Løgreglan veit ikki hvørjir gerningsmenninir eru, men hon heldur, at talan man vera um somu persónarnar í báðum førum.
Somuleiðis varð ein pulvursløkkjari stolin av Statoilstøðini á Argjum.
Annars hevur løgreglan fingið fráboðan um tveir postkassar, sum vórðu sprongdir í luftina nýggjársaftan.
Útyvir tað hevur løgreglan ikki fingið nakrar fráboðanir í sambandi við fýrverk á nýggjárinum.
Løgreglan var úti og kannaði støðini, sum selja fýrverk, og øll sølustøðini luku treytirnar fyri at selja fýrverk.
-sae-