Innferðarforboð í fimm ár

Eystari landsrættur staðfesti i dag ein dóm hjá Føroya rætti, har ein útlendingur fekk 60 daga fongsulsrevsing og innferðarforboð í fimm ár, fyri harðskap móti fangavørðunum í Mjørkadali.

 

Maðurin sat ein dóm fyri harðskap í Mjørkadali. Hann hevur fleiri eldri dómar fyri harðskap.

 

Ein dagin í august 2014 fremur onkur herverk móti vakmyndatólunum í Mjørkadali. Allir fangarnir vera tí førdir inn aftur í klivarnar. Tá teir síðani koma út aftur til morgunmat morgunin eftir, er hesin útlendingurin sera illur.

 

Hann krevur svar frá fangavørðunum, um teir vera læstir inni aftur. Vitni greiddu frá, at maðurin er so uppøstur, at teir biða hann fara inn aftur í klivan at sissa seg. Við knýttum nevum svarar maðurin, at teir kunnu bara prøva upp á at fyta seg. Tað var eyðsæð, at maðurin vildi hava eina uppgerð, greiddu vitni frá.

 

Fangavørðurin biður um hjálp, tí maðurin er sera harðligur í síni framferð. Tá fangavørðurin roynir at leiða mannin aftur í klivan, skrykkir hann seg leysan og skumpar fangavørðin við báðum hondum í bringuna. Stoyturin var so harður, at fangavørðurin mátti taka fleiri fet aftur eftir fyri at fóta sær.

 

Teir enda í hornatøkum á gólvinum, áðrenn fangavørðarnir fáa tamarhald á manninum og føra hann aftur í klivan. Maðurin er sera illur í sær og dukar millum annað høvdið í veggin við vilja, meðan hann verður leiddur aftur í klivan.

 

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya rætti, sum gav manninum 60 daga fongsulsrevsing. Maðurin hevur eisini fingið innferðarforboð í fimm ár.

 

Maðurin møtti ikki í Eystara Landsrætt. Hann er farin av landinum og er fluttur heim aftur, sum er rættiliga langt haðani. Avbjóðingin hjá føroyskum myndugleikum verður nú at kunngera dómin fyri manninum.