Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya, sum upplýsir, at innflutningurin úr hesum londum er vaksin við meira enn 132 milliónum krónum samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið.
Sostatt heldur gongdin fram, har lond uttan fyri ES fáa størri týdning sum veitarar av vørum til Føroyar.
Hagstovan vísir samstundis á, at Evropa framvegis er nógv størsti upprunaparturin av teimum vørum, sum verða innfluttar til Føroya. Men samansetingin broytist, og innflutningurin úr londum uttan fyri ES veksur.
Í fleiri mánaðir hevur Hagstovan eisini staðfest ein týðiligan vøkstur í innflutninginum úr ES-londunum. Tað bendir á, at samlaði innflutningurin úr Evropa er vaksandi, bæði úr ES og úr londum uttan fyri samveldið.
Tølini byggja á eitt glíðandi 12-mánaðarskeið, har innflutningurin verður samanborin við undanfarna 12-mánaðarskeiðið. Hesin framferðarhátturin ger, at árstíðarbroytingar ávirka tølini minni, og gevur eina greiðari mynd av gongdini í uttanlandshandlinum.
Lesið meira her











