Hava avbjóðingar við rottu

Nú heita tey í Runavíkar kommunu á fólk um ikki at geva fuglunum at eta, tí tá fuglarnir fáa at eta, fáa rotturnar eisini, og tá er lítil hugur hjá rottum at eta eitur í rottukassum

- Vit hava avbjóðingar við rottum fleiri staðni í kommununi, og vit hava brúk fyri tínari hjálp. Fólk eru ófør at boða kommununi frá um rottu, og vit hava framúr góðar aktingarmenn, sum røkja uppgávuna til fulnar. Við tínari hjálp kunnu rotturnar gerast færri, og fjølbroytta fuglalívið við Toftavatn fær tað enn betur.

 

Soleiðis verður sagt í Runavíkar kommunu í dag.

 

- Síðan vit byrjaðu at skrásetta rottufráboðanir, hava vit staðfest nøkur støð, sum áhaldandi hava avbjóðingar. Nú fara vit at royna sama leist, sum úti í stóru verð. Vit fara at heita á fólk um at ikki geva dunnunum.

 

Sagt verður, at í økinum frá Skúlanum við Løkin og við Toftavatn liva rotturnar tíverri sera væl. Her eru góðar umstøður við atkomu til vatn, skjól og mat úr náttúnuni. Harumframt eta rotturnar av matinum, sum fólk geva dunnum og øðrum fugli.

 

- Dunnurnar við Toftavatn hava tað sera gott. Her er góður matkovi í náttúruni og hóast dunnurnar fegnar koma móti tær, tørvar teimum ikki breyðið í posanum. Tískil fara vit nú at heita á teg um at njóta alt fuglalív framvið Løkin og Toftavatn - uttan at geva djórunum, sum har búgva at eta – hvørki dunnum, hønum, likkum ella rottum. 

 

Sagt verður, at tað er trupult at fáa rottunar at fara í kassan at eta eitur, um nógv annað gott og lætt er at fáa.

 

- Aktingarmennirnir skráseta, hvussu títt teir fylla kassarnar við eituri, hvussu nógv verður etið av eitri millum áfyllingarnar. Tíverri er tað ikki freistandi hjá rottunum at fara í kassan at eta eitur, um rotturnar heldur kunnu velja gott breyð.

 

Í Runavíkar kommunu vænta tey at síggja ágóðan av hesi broyting, tá veturin er av.

 

##med2##

 

- Rotturnar hava tað truplast um veturin, og tá er møguligt, at tær fara í kassan at eta etrið. Um tær ikki fáa breyð og annað fóður komandi tíðina, kann hetta ávirka, hvussu nógvir rottuungar koma undan og harvið verða færri rottur at basa. 

 

Og í Runavíkar kommunu leggja tey aftrat:

 

- Vit hava sett stórar fyribils plakatir upp, tí vit biðja fólk um at broyta atburð. Vit eru greið yvir, at tað er stór gleði at geva dunnunum, men tíbetur eru tær framvegis stuttligar at hyggja at, tá tær sutla og skvatla í Løkinum.