Innrás á Gotlandi

Oyggjaleikir: Herfyri skrivaði Oyggjaleikanevndin undir stuðulssáttmála við P/F Føroya Banka

Um góðar fýra mánaðir verður sonn innrás á Gotlandi!

Tá streyma nevniliga ítróttarfólk úr øllum heraðshornum til oynna at luttaka í áttandu Oyggjaleikunum, sum verða settir beint norðan fyri gamla býarmúrin í Visby, høvuðsstaðnum á Gotlandi.

Samlaði hópurin, ið kemur til Gotlands í sambandi við Oyggjaleikirnar verður umleið 2.200 fólk, og tey koma hagar frá 21 ymiskum oyggjasamfeløgum.

Saman við Gotlandi skulu hesar 21 oyggjarnar so í eina viku kappast í tilsamans 14 ítróttargreinum til tey fríggjakvøldið 2. juli siga farvæl við hvønn annan fyri at síggjast aftur tvey ár seinni á Isle of Man.

Úr Føroyum skulu 89 ítróttarfólk luttaka í 8 ítróttargreinum. Saman við venjarum, fysioterapeutum, hjálparfólkum, ferðaleiðarum v.m. fer føroyski hópurin at telja umleið 130 fólk. Harafturat verður eisini pláss fyri nøkrum ferðafólkum, og hini árini hevur áhugin verið sera stórur fyri at fylgja við føroysku ítróttarfólkunum. Eisini pressan sýnir leikunum sera stóran áhuga, og hesir leikirnir eru avgjørt ikki nakað undantak í so máta.

Tílík tiltøk eru sera kostnaðarmikil, og tí arbeiðir Oyggjaleikanevndin alla tíðina við at útvega fígging. Hornasteinarnir í fíggingini eru sponsoravtalur við ymiskar fyritøkur, og á tí økinum eru føroyskar fyritøkur ofta lagaligar at tosa við.

Oyggjaleikanevndin hevur síðani í summar arbeitt við at fáa ymiskar sponsoravtalur upp á pláss, og nú er eydnast at fáa gongd á hetta arbeiði!

Herfyri undirskrivaði Oyggjaleikanevndin sáttmála við P/F Føroya Banka, sum hevur við sær, at Føroya Banki letur eitt ávíst peningaligt ískoyti í stuðli til Oyggjaleikanevndina, umframt at T-shirts verða latnar til alt ferðalagið.

Oyggjaleikanevndin undirstrikar, at tað hevur sera stóran týdning fyri føroyska luttøku á oyggjaleikunum, at føroyskar fyritøkur sýna tiltakinum ans, og vilja tey í hesum sambandi hjartaliga takka Føroya Banka.

Oyggjaleikanevndin hevur síðani Oyggjaleikirnir tóku seg upp í 1985 havt samstarv við Føroya Banka, og nevndin er sera fegin um

framhaldandi samstarvið, sum er við at skapa betri møguleikar hjá ítróttarfólkunum at konsentrera seg um tað, sum fyri tey er týdningarmiklast, nevniliga ítróttaríðkanina!