Hóast talan er um 0,5 prosent lægri skattaprosent, so kvinkaði fyribils skattainntøkan í Klaksvík rætta vegin fyrra hálvár í ár, tá ið sammett verður við í 2011. Talan var um vøkstur upp á 1,26% ella 868 túsund krónur.
Í fjør átti Klaksvíkar kommuna størsta inntøkuvøksturin av øllum. Í 2011 var skattainntøkan í Klaksvík 7,4 milliónir krónur hægri, enn hon var tað í 2010. Góða gongdin í inntøkunum og alsamt økta virksemið eitt nú í fiskivinnuni mundi vera orsøk til, at býráðið samtykti, at skattaprosentið hjá klaksvíkingum, árnfirðingum, svínoyingum, mikladalsfólki og teimum á Trøllanesi skuldi lækkast í 2012, sum er valár til býráð og bygdaráð.
Í 2011 var skattaprosentið 22,25% og barnafrádrátturin var 4000 krónur. Í 2012 er skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu 21,75%, og barnafrádrátturin er framvegis 4000 krónur.
Í fjør var talan um sera stóran vøkstur í skattainntøkuni hjá Hvannasunds kommunu, og tølini siga, at inntøkan heldur fram at vaksa. Fyrra hálvár í ár var vøksturin 3,91% ella 208 túsund krónur. Í Fugloy øktist skattainntøkan fyrrra hálvár í ár 1%.
Á Viðareiði, í Kunoy og á Húsum vóru skattainntøkurnar lægri fyrra hálvár í ár, enn tær vóru tað í fjør. Afturgongdin í hesum trimum kommununum var lutfalsliga størri fyrra hálvár, enn hon var tað í nakrari aðrari kommunu á Viðareiði 9,12%!