Kvinnurnar hjá VÍF vóru eisini á vitjan í Havn mikukvøldið, og har var talan um avsmurning.
Saknur í Jóruni
Óhepna Kyndlaliðið, ið hevur mist Jóruna Ludvík gjøgnum skaða, tykist hava trupult at finna fótafesti, uttan Jóruna á liðnum, og so hava tær eitt heilt ungt lið at ráða yvir, so tað er trupult hjá teimum.
Og trupult var tað eisini mikudagin, tá eitt áður, nógv oftari nevnt navn, aftur verður nevnt við øktum títtleika. Ioana Rapa kundi við sínum 10 fulltreffarum staðfesta stórsigurin til gulu vestmenningarnar, ið endaðu við at vinna heili 16-30, eftir hálvleiksstøðuna 5-13.
Fakta:
Málskjúttar:
Kyndil: Tordis Tróndarson 3, Barbara Egilstrøð 3 (1), Mia Káradóttir 3, Súsanna Petersen 2, Hildur Høghamar 1, Kari Ann Petersen 1, Ronja Mikkelsen 1, Jacklin Durhuus 1, Ása Apol 1.
VÍF: Ioana Rapa 10 (3), Liljan Djurhuus 6, Fríða Marjunardóttir 4, Heidi Joensen 3, Torgunn H. Johansen 3, Finngerð Jensen 2, Bára Karldóttir 1, Katrin Christophersen 1
Brotskøst: Kyndil 3, VÍF 3
Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 0
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen
Í Faktaboks:
Dystarskrá fyri vikuskiftið:
Atlantic Airways kappingin (Menn)
Dystur: Dato: Klokkan: Stað:
H71-Neistin 25/11 16:00 Hoyvíkshøllin
KÍF-StÍF 25/11 16:00 Ítróttarhøllin í Kollafirði
Í Sunset kappinginini eru ongir dystir, hetta vikuskiftið, orsakað av landsdystunum, ið føroyska kvinnulandsliðið skal spæla móti íslendska U-20 liðnum. Fult umfar í Sunset kappingini verður spælt aftur 1. desember.