Iran ábyrgd av diplomatálopum

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, legði í dag Iran undir at hava skipað fyri álopum á ísraelskar diplomatar í India og Georgia. Tvey fólk fingu skaða í álopunum.

-Iran hevur ábyrgdina av hesum atsóknunum, og tað mesta av heimsins yvirgangi hevur sín uppruna har, segði Netanyahu á fundi við felagar í Likud-flokkinum í dag. Hann segði eisini, at ta seinastu tíðina hava ísraelsk mál í Teilandi og Aserbajdsjan verið fyri ágangi, og hann gav Iran og Hizbollah-ábyrgdina.

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, segði við tíðindafólk í dag, at álopini á ísraelskar diplomatar í India og Georgia vísa enn einaferð, at ísraelskir embætismenn eru álopsmál um allan heimin.

-Vit vita, hvør hevur ábyrgdina, segði Lieberman.