Iran hevur fleiri góð kort á hondini móti USA

Ein frágreiðing hjá kanningarnevndini í amerikansku kongressini (CRS) vísir, at higartil eru 42 amerikansk flogfør antin oyðiløgd ella tikin úr átøkunum móti Iran

Sambært tv2.no siga serfrøðingar, at Iran hevur fleiri góð kort á hondini í krígnum móti USA.

 

Tøl hjá amerikansku kongressini vísa, at herstøðir hjá USA í Miðeystri hava víst seg at verið sárbarar undir Iran-krígnum.

 

Í apríl segði amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, at iranski herurin var niðurbardur. Hann rósti Donald Trump og hernaðarligu átøkunum móti Iran.

 

Men, niðurbardur er iranski herurin ikki.

 

- Vit mugu aftur til fyrsta golfkríggið í 1991 fyri at síggja ein størri miss av amerikanskum flogførum í einum slíkum tíðarskeiði, og tá vóru enntá fleiri flogfør við í átakinum.

 

Tað sigur norðmaðurin, Lars Peder Haga, sum starvast við norska Luftkrígsskúlan, um átakið móti Iran, sum ber navnið,  Epic Fury.

 

Ein frágreiðing hjá kanningarnevndini í amerikansku kongressini (CRS) vísir, at higartil eru 42 amerikansk flogfør antin oyðiløgd ella tikin úr átøkunum.

 

- Hetta sigur eitt sindur um, hvussu effektiv iranska verjan er á ávísum økjum, og hvussu sárbarar amerikansku herstøðirnar í regiónini eru.

 

Lars Peder Haga heldur í samrøðu við tv2.no, at hetta eisini vísir, hvussu sárbarar eftirlitsdronur sum Reaper eru móti einari kompetentari mótstøðu sum tí iransku. 

 

Á myndini omanfyri er tað eitt amerikanskt eftirlitsflogfar av slagnum, Boeing E-3 Sentr, sum er álopið á Prins Sultan-flogstøðini í Saudi Arabia.

 

- Eg trúgvi, at iranar sita við fleiri góðum kortum á hondini enn tey, sum USA hevði væntað í byrjanini av krígnum, sigur Lars Peder Haga.

 

##med2##

 

Meira um hetta kann lesast um leinkjuna her niðanfyri:

 

https://www.tv2.no/nyheter/derfor-sitter-iran-med-flere-gode-kort-mot-usa/18860424/

 

 

 

Lars Peder Haga, sum starvast við norska Luftkrígsskúlan