Iran hjálpir Hamas

Ísraelski forsetin, Shimon Peres, sigur í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN, at Iran hevur eggjað Hamas til at søkja at Ísrael, og at iranska stjórnin hevur mælt Hamas frá at taka undir við einari avtalu um vápnahvíld. Hann leggur afturat, at Iran letur Hamas rakettir og vápn.

Í sama viðfangi rósar Peres egyptiska forsetanum, Mohamed Mursi, fyri at hava tikið stig til at fáa eina vápnahvíld í lag.

Ísraelski forsetin sigur, at Hamas hevur skotið umleið 1.200 rakettir ímóti Ísrael síðani mikudagin.

Ísraelska stjórnin helt fund í gjárkvøldið um eitt uppskot frá egyptisku stjórnini um vápnahvíld, men tað er ikki greitt, hvat stjórnin samdist um. Tað er heldur ikki komið fram, hvat stóð í uppskotinum.