Nú stór mótmælistiltøk hava verið í fleiri enn hundrað iranskum býum seinastu tíðina, hevur Iran lagt Ísrael og USA undir at vera orsøkin.
Men, eygleiðarar vísa á, at veruliga orsøkin til uppreisturin eru avbjóðingar, sum landið hevur, og at landið stendur fyri búskaparligum skrædli.
Leiðarin fyri Iran Human Rights, Mahmood Amiry-Moghaddam, heldur, at áhaldandi ófriðurin og mótmælini kunnu fara at fella landsins ovasta leiðara.
##med2##
Nú uttanríkisráðharrin í Iran, Abbas Araghchi, leggur Ísrael og USA undir at elva til mótmælini, heldur talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið hetta vera villleiðing.
Tað var á einari vitjan í Libanon í gjár, at Abbas Araghchi kom við útsagnunum um ísraelska og amerikanska uppíblanding í Iran, veit tíðindastovan NTB at siga.
Lesið eisini -
Ógvusligur uppreistur - https://www.in.fo/news-detail/ogvusligi-uppreisturin-stjornin-i-iran-kann-fella












