Fýra av 10 dønum vænta at Trump fer at gera innrás

"If we don't do it the easy way, we're going to do it the hard way..." endurgevur AFP-tíðindastovan Donald Trump fyri at siga

Í einari sonevndari Voxmeter-máting svara 38 prosent, at USA fer at gera innrás í Grønlandi, meðan Donald Trump situr sum amerikanskur forseti.

 

Greiningarstovnurin hevur gjørt hesa kanning fyri Ritzau, og kanningin er gjørd sum ein spyrjiskema-kanning í tíðarskeiðnum millum 6. januar og 9. januar í ár.

 

Tilsamans 1005 danir hava svarað í kanningini, veit Sermitsiaq at siga í dag.

 

Tá danir verða spurdir, hvørt tey vænta, at USA fer at gera innrás í Grønlandi í forsetatíðarskeiðnum hjá Trump, siga 10 prosent, at tað eru tey rættiliga sannførd um, at hann fer.

 

28,3 prosent siga seg vænta, at so verður. Hinvegin siga 28,6 prosent, at hetta vænta tey ikki - ella slett ikki, sum eisini var ein svar-møguleiki í kanningini.

Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir sagt, at Grønland skal gerast partur av USA.

- Eg vil gjarna hava eina avtalu. Tað er hin lætti mátin. Kunnu vit ikki gera hetta á hin lætta mátan, so mugu vit gera tað upp á tann harða mátan.

 

Ella soleiðis, sum tíðindastovan AFP endurgevur forsetan fyri at siga: "If we don't do it the easy way, we're going to do it the hard way..."

 

Donald Trump sigur, at tað er avgerandi fyri trygdina, at USA fær eftirlitið við Grønlandi.

 

##med2##

 

 

 

Ágangurin hjá Donald Trump á Grønland hevur skapt nógv órógv, bæði í Grønlandi og Danmark