Iransku myndugleikar siga, at landið enn ikki hevur brúkt sínar mest framkomnu vápnaskipanir í krígnum móti USA og Ísrael.
- Vit hava evnini at verja okkum offensivt longri, enn fíggindin hevur ætlað, sigur eitt talsfólk fyri iranska verjumálaráðið, Reza Talaei-Nik.
Ávaringin úr Iran kemur samstundis, sum amerikanskar og ísraelskar deildir hava framt fleiri hundrað álop á iranskar rakettstøðir og kjarnorkuútbunað.
Amerikansku og ísraelsku álopini á Iran byrjaðu seinasta leygardag. USA segði seg fyrr í dag hava søkt at fleiri enn 1700 málum í Iran hesar dagarnar.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.











