Iran: USA hevur ábyrgdina av miseydnaðum samráðingum

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, kom í morgun til russiska býin Sankta Pætursborg, har hann skuldi hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, verður móttikin av russiskum embætisfólkum á einum flogvølli í Sankta Pætursborg. - Mynd: Seyed Abbas Araghchi umvegis Telegraf/Reuters

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Araghchi segði við komuna, at tað var USA sum hevði skuldina av, at enn einki var komið burtur úr friðarsamráðingunum millum Iran og USA.

– Atgerðirnar hjá USA førdu til, at fyrra samráðingarumfarið - hóast framgongd - ikki náddi málunum orsakað av umfatandi krøvunum, segði hann.

Í gjár skrivaði amerikanski miðilin Axios, at Iran umvegis pakistanskar miðlarar hava sent USA eitt nýtt uppskot, sum skuldi lata Hormuzsundið uppaftur og enda kríggið millum USA og Iran.

 

/Ritzau/

 

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, verður móttikin av russiskum embætisfólkum á einum flogvølli í Sankta Pætursborg. - Mynd: Seyed Abbas Araghchi umvegis Telegraf/Reuters