Iran við USA: - Um tú vilt berjast vilja vit eisini berjast

Amerikanski forsetin hevur hótt Iran við at "spreingja allar iranar", sum leypa á amerikansk skip í Hormussundinum

Iranski tjóðartingsforsetin og samráðingarleiðarin, Mohammad-Baqer Qalibaf

Iranski tjóðartingsforsetin og samráðingarleiðarin í Islamabad, Mohammad-Baqer Qalibaf, sigur, at ávaringarnar úr USA ræða ikki Iran.

 

- Um tú vilt berjast, vilja vit eisini berjast. Vilt tú handla logiskt, gera vit tað eisini, sigur hann sambært almennum iranskum miðlum í dag.

 

Samráðingarleiðarin leggur dent á, at útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum um at steingja Hormussundið sjálvsagt merkja hann.

 

Donald Trump hevur nevniliga hótt Iran við at "spreingja allar iranar", sum leypa á amerikansk skip í Hormussundinum.

 

Iranski samráðingarleiðarin, Mohammad-Baqer Qalibaf, ásannar, at framstig eru gjørd í samráðingunum, tó at eingin avtala er komin upp á pláss.

 

 

 

 

 

Iranski tjóðartingsforsetin og samráðingarleiðarin, Mohammad-Baqer Qalibaf