- Vit tosaðu við teir, tá teir gjørdu av at leypa á okkum. Vit hava ongar góðar royndir við at tosa við USA, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sum er maðurin á myndini

Iran: - Vit eru ikki áhugað í samrøðum við USA

- Vit eru støðug og nóg sterk. Vit verja bara okkara fólk, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi

- Vit tosaðu við teir, tá teir gjørdu av at leypa á okkum. Vit hava ongar góðar royndir við at tosa við USA, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sum er maðurin á myndini

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sigur, at Iran hevur ikki áhuga í at tosa við USA.

 

Hann vísir tí aftur uppáhaldinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um, at Iran ynskir eina avtalu fyri at fáa ein enda á krígnum.

 

- Vit eru støðug og nóg sterk. Vit verja bara okkara fólk, sigur iranski uttanríkisráðharrin í CBS-sendingini, Face The Nation, og hetta er ein samrøða, sum er send í dag.

 

Abbas Araghchi sigur seg ikki duga at síggja, hví Iran skal tosa við amerikanararnar.

 

- Vit tosaðu við teir, tá teir gjørdu av at leypa á okkum. Vit hava ongar góðar royndir við at tosa við USA, sigur iranski uttanríkisráðharrin, sum er maðurin á myndini omanfyri.

 

Í gjár segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at Iran ynskir eina avtalu, men at hann ikki var fyrireikaður upp á at gera eina avtalu upp á núverandi treytir, sum hann tók til.

 

Forsetin segði tó ikki, hvat hann sipaði til, ei heldur, hvørjar treytirnar hjá Iran fyri einari avtalu eru.

 

 

 

- Vit tosaðu við teir, tá teir gjørdu av at leypa á okkum. Vit hava ongar góðar royndir við at tosa við USA, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sum er maðurin á myndini