Iranskur filmur um støðuna hjá kvinnum

Iranski leikstjórin, Mohammad Rasoulof varð dømdur koyrilssløg og átta ára fongsul, tá hann fanst at prestastýrinum í landinum og at lýsa, hvussu kvinnur vórðu bardar niður í Iran.

Mikudagin sýnir Filmsfelagið Oscartilnevnda filmin ”Fræið av heilaga fikutrænum”.

 

Iranski leikstjórin, Mohammad Rasoulof (f.1972) varð dømdur koyrilssløg og átta ára fongsul, tá hann fanst at prestastýrinum í landinum og at lýsa, hvussu kvinnur vórðu bardar niður í Iran.

 

Eftir at 22 ára gamla Mahsa Amini doyði í 2022, og rørslan Woman, Life Freedom tók seg upp, gjørdist iranska støðan kend um allan heim, og fekk týdning fyri útbreiðsluna av filminum “Fræið av heilaga fikitrænum”.

 

Undan frumsýningini í Cannes í vár, eydnaðist leikstjóranum at flýggja til Týsklands og síggja filmin í frælsi.

 

Iranski leikstjórin hevur fyrr verið dømdur í fongsul fyri alment at siga og vísa, hvat hann heldur um harðrenda mannfólkastýrið. Tað var meðan hann sat í fangahúsi, at hugskotið sum nýggi filmurin, ”Fræið av heilga fikutrænum”, byggir á, kom til hansara.

 

Í loyndum segði ein fangavørður frá, hvussu hann ætlaði at taka lívið av sær, tí húskið og børnini høvdu at honum fyri óvirðiliga arbeiðið sum fangavørður. Hetta gjørdist evnið, sum søgan í ”Frænum av heilaga fikutrænum”, snarar um og byggir á. Ein darrandi og margtýdd nøtrisøga um ein iranskan dómara, Imam at navni, sum í kjalarvørrinum á mótmælunum, ið um alt landið taka seg upp móti einræðisstjórnini, sum frá líður noyðist at halla seg til og virða vaksandi misálitið, heimafólkini hava á hann og starvið sum kanningardómari.

 

Filmurin, sum er gjørdur og tikin í loyndum, var frumsýndur í Cannes, har dómsnevdnin gav Mohammad Rasoulof eina serliga dómsnevndarvirðisløn.

 

Hóast iranskt mæltur, er ”Fræið av heilaga fikutrænum” týska umboðið, tá Oscarvirðislønir verða handaðar 2. mars í bólkinum besti altjóða filmur.

 

Filmsfelagið 12/02 kl 20:00 Fræið av heilaga fikutrænum (The seed of the sacred fig, Mohammad Rasoulof, Iran 168 min).

 

##med2##

 

##med3##