Ísak var toppskjútti hjá Sävehof

Liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu spældi fyrsta kappingardystin í dag

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu í dag annan dystin í innleiðandi bólkaspælinum í svensku steypakappingini. 

 

Á útivølli vann Sävehof 29-26 á Huddinge. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Ísak var toppskjútti hjá Sävehof við seks málum. 

 

Tyresö og Sävehof hava tvey stig hvør. Guif og Huddinge hava einki stig. Týskvøldið klokkan 18 hevur Sävehof heimadyst móti Guif. Megnar Sävehof at enda millum tvey tey ovastu liðini í innleiðandi bólki 6 vinna teir seg víðari í kappingini. 

 

Uttan Róa Ellefsen á Skipagøtu vann Hallby á útivølli 38-33 (22-15) á Skånela í innleiðandi bólki 8. Talan var um fyrsta kappingardystin hjá Hallby.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Hallby dyst á útivølli móti Alingsås.