Sum nakað nýtt skipar Ítróttarsamband Føroya í samstarvi við skeiðtænastuni hjá Føroya Handilsskúla fyri skeiði í nevndararbeiði og persónligari menning fyri nevndarlimir í ítróttarfeløgunum.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum íblástur og nøkur hent amboð, ið kunnu nýtast í dagliga arbeiðnum til menning av felagnum og til sjálvsmenning.
Í stuttum kunningarskrivi sigur ÍSF seg vóna, at henda ætlanin verður væl móttikin av feløgum og nevndarlimum soleiðis, at hetta kann menna nevndar- og ábyrgdararbeiðið í feløgunum.
Og ÍSF sigur víðari, at um tiltakið eydnast, og um luttøkan verður stór, er ætlanin, at hesi skeið verða ein fastur táttur, sum Ítróttarsambandið hevur at bjóða fram.
Skeiðið viðger m.a. hesi evni: planlegging av virksemi felagsins, arbeiðs- og samstarvshættir, fundarleiðslu, roknskap, kreativitet.
Skeiðini fara fram um alt landið: Á handilsskúlanum á Kambsdali leygardagin 18. apríl og sunnudagin 19. apríl, á handilsskúlanum í Havn týsdagin 14. apríl, hósdagin 16. apríl, týsdagin 21. apríl og hósdagin 23. apríl, í skúlanum á Tvøroyri leygardagin 2. mai og sunnudagin 3. mai, í Klaksvík leygardagin 9. mai og sunnudagin 10. mai, og í skúlanum í Sørvági leygardagin 23. mai og sunnudagin 24. mai.
Kostnaðurin er 100 krónur, og so er undirvísing, skeiðtilfar og matur íroknað.
Tilmeldingin skal gerast innan 17. mars. ÍSF vónar, at feløgini og nevndarlimir tess siga frá í góðari tíð til Føroya Handilsskúla, soleiðis, at skeiðluttøkutalið kann fyriskipast á teimum ymsu plássunum. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Skeiðtænastu Handilsskúlans, tlf. 1.7177.