Ísfiskatrolarar fara á makrelveiði

- Tað er trupult at siga í løtuni, hvørjar vónirnar eru, men vit vilja gera hesa royndina, sigur reiðarin á Vesturbúgvanum.

 

 

Eftir at skipini nú eru givin á gulllaksaveiði, rigga partrolararnir, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, seg til at fara á makrelveiði. Skipini eru betur útgjørd enn flestu ísfiskatrolarar til hesa veiði við tað, at tey kunnu goyma fiskin í kølitangum. Hinvegin hava onnur partrolarapør áður eisini fiskað makrel, og tá hevur fiskurin verið goymdur í kørum við ísvatni, sum eisini ber væl til. 

 

- Eg hopi, at vit verða klárir at loysa í vikuni, og hóast lítið hevur verið at fingið av makreli í føroyskum sjógvi enn, vóna vit, at fiskiskapurin skjótt fer at taka seg upp. Tað var í fyrru hálvu av august í fjør, at makrelfiskiskapurin tók seg upp í føroyskum sjógvi. Nú skuldi fiskurin eisini verið betur til dygdar, og vit eru spentir eftir at síggja, hvat henda royndin kann fara at geva.

 

Tað sigur Dánjal í Skálum, reiðari á Vesturbúgvanum.

 

Skipini hava áður fiskað makrel í ES-sjógvi, og hóast hetta hevur verið felagskvota, sum ógvuliga skjótt gjørdist uppfiskað, vóru eisini hesar royndir spennandi. Hann vísir á, at tað verður lættari at leggja makrelfiskiskapin til rættis, nú teir vita, hvat teir kunnu fiska. Sum skilst, er talan í hesum umfari um góð 1000 tons av makreli, ið skipini eiga sum ískoytiskvotu.

 

Í bólki 2, sum eru partrolarar, eiga skipini eisini eina felagskvotu av makreli, men óvist er, hvør fer at fiska. 

 

- Vit kunnu ikki pumpa fiskin úr trolposanum. Tá vit fiska upsa ella gulllaks, kunnu vit í mesta lagi taka eini 60 tons í senn, men nú vit fara á makrelveiði, kunnu vit í mesta lagi taka 40 tons inn í senn. Annars er vandi fyri, at fiskurin verður oyðilagdur. Túrarnir kunnu heldur ikki gerast ov langir, um vit skulu føra bestu dygd til lands, sum vit sjálvandi vilja, sigur reiðarin.

 

Nú Føroyar og Noreg hava gjørt sínámillum avtalu um makrelveiði inni hjá hvørjum øðrum, skuldi hetta latið upp fyri nýggjum møguleikum. Nú kunnu skipini fiska og landa ávísa nøgd av makreli, har tað passar teimum best. Eingin avtala er við Bretland, og tí kann tað gerast ein stórur fyrimunur, at Føroyar og Noregi nú samstarva um makrelfiskiskapin.

 

- Tað er trupult at siga í løtuni, hvørjar vónirnar eru, áðrenn vit hava loyst og hava gjørt fyrstu royndirnar eftir makreli, men vit vilja gera hesa royndina í vónini um, at hon fer at eydnast. Tað hevði komið væl við, um makrelurin í heyst eydnaðist væl, sigur reiðarin á Vesturbúgvanum, Dánjal í Skálum í Vestmanna.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vesturbúgvin í stórari aldu. Myndina eigur Jákup Andrias Thomsen.