ISFO TRIO, sum er Sigurður Flosason, saxofon, Kjartan Valdemarsson, piano og Edvard Nyholm Debess, kontrabass ferðast í hesum døgum í Norðuratlantshavi. Ì bólkinum eru tveir íslendingar og ein føroyingur. Teir spæla løg, sum teir sjálvir hava skrivað.
Norðurlandahúsið í Føroyum stuðlar ferðini.
Fyrsta tónleikaferðin gongur til Hetlands, har konsert verður í Lerwick Town Hall týsdagin 28. oktober. Síðani liggur leiðin til Føroya, har konsert verður í Runavíkar Skúla hósdagin 30. oktober. Triðja og seinasta konsertin í hesum umfari verður á Reykjavíkar Jazzfestivali, har konsert verður í NASA í Reykjavík 5. november.
Saxofonleikarin Siðurður Flosason er kendur maður í Íslandi og mann verða mettur at vera fremsti saxfonleikari teirra. Hann hevur frá ungum árum spælt, lisið og tikið prógv á Konservatoriinum í Reykjavík, umframt at hann síðani hevur lisið jazzspæl í USA, og verið eitt ár í læra hjá George Coleman og Dave Liebman í New York. Sigurður Flosason er eisini mest umbidni íslendski jazz-solistur uttanlands og hevur spælt nógvastaðni runt í Norðurlondum og Europa.
Á fløguøkinum er Sigurður virkin maður, og hann er við sum tónleikari á mongum útgávum.
Sjálvur hevur hann seinastu árini givið út fløgur við egnari kvartet og tvær sera væl umtóktar fløgur saman við orgulspælaran-um Gunnar Gunnarsson, har teir spæla egnar útgávur av íslendskum sálmum.
Pianoleikarin Kjartan Valdemarsson hevur eisini lisið klassiskan tónleik í Íslandi, áðrenn hann legði leiðina til kenda Berklee College of Music í Boston. Eftir próvtøku har kom hann aftur til Íslands, har hann síðani hevur verið eitt fremsta væl tá tað snýr seg um íslendskar klaverleikarar.
Kjartan Valdemarsson er víttfevnandi tónleikari og spælir hann alt, heilt frá klassiskum, yvir musical til rocktónleik. Men mest kendur mann hann vera fyri sítt originala jazzspæl og er hann ein nógv brúktur til konsert - og fløguframførslu.
Basspælarin Edvard Nyholm Debess er kendur bassleikari í Føroyum, og hevur hann eisini seinastu árini gjørt meira og meira vart við seg úti í Norðurlondum. Hann samstarvar og hevur spælt við norðurlendskum tónleikarum úr Íslandi, Finlandi, Danmark, Svøríki, Grønlandi.
Eins og Sigurður og Kjartan, er Edvard eisini klassiskt útbúgvin tónleikari, men hevur í longri skeið leita sær jazzfrálæru frá frægum fólki, so sum Niels Henning Ørsted Pedersen í Danmark og Marc Johnson í New York, umframt í styttri tíðarskeið at hava fingið frálæru frá t.d. Larry Grenadier (USA) og Jens Jefsen (DK).
Edvard er kendur sum ein víttfevnandi bassleikari sum kann spæli í flestum høpum, tað verið seg klassiskt í Føroya Symfoniorkesturi, blues í Headache Blues Treo og country við Jens Lisberg.
Umframt at verða við á fleiri føroyskum fløgum hevur Edvard Nyholm Debess sjálvur givið út tvær fløgur í egnum navnið, nevniliga Debazz (TUTL 2000) og LØG (Landing Duck Records 2003)
Edvard hevur heimasíðu á: www.debazz.com