Nývaldi forsetin í Afghanistan, Hamid Karzai, hevur slakað fyri trýstinum frá teimum víðgongdu islamsku kreftunum í eldraráðnum og hevur gjørt av, at landið framvegis fer at nýta ta strongu islamsku Sharia-revsilógina, sum tað frákoyrda Taleban-stýrið nýtti.
Í einari røðu mánadagin segði Karzai, at landsins lógarverk skal byggja á islamsk grundsjónarmið. Samstundis boðaði hann frá, at í framtíðini verðir islam grundarsteinurin undir bæði teimum politisku og teimum rættarligu skipanunum í landinum.
Ein talsmaður hjá forsetanum royndi seinni at sissa tey, sum funnust at orðunum hjá Karzai. Talsmaðurin segði, at hóast Sharia-revsilógin verður sett í gildi, verða ávísar broytingar gjørdar. Tals-maðurin nevndi, at ætlanin er ikki, at ein kvinna skal steinast til deyða, hevur hon verið manninum ótrúgv, og ætlanin er heldur ikki, at tjóvar skulu missa aðra hondina, sum Sharia-revsilógin annars fyriskrivar. Sambært talsmanni forsetans fáa fólk eisini møguleikan at skjóta dómar inn fyri hægri rætt.
Úr Afghanistan verður sagt, at sterkar islamskar kreftir hava lagt stórt trýst á Hamid Karzai seinastu dagarnar fyri at fáa hann at lýsa Afghanistan sum eitt islamskt lýðveldi.