Ísland gjørdist nummar tvey í sínum bólki

Ísland fekk javnleik í Oslo, samstundis sum Slovenia tapti í Sveis

Nú er at krossa allar fingrar og allar tær fyri okkara frændum í útnorðri, og ynska teimum hjartaliga góða eydnu.

 

Ísland gjørdist nummar tvey í HM-undankappingarbólki E. Ísland fekk javnleik 1-1 ímóti Noreg á Ullevaal leikvøllinum í Oslo, samstundis tapti Slovenia 0-1 ímóti Sveis á útivølli.

 

Ìsland kom á odda við máli hjá Kolbeini Sigþórssyni longu í 12. minutti. Daniel Braaten javnaði, tá ein hálvur tími varð farin.

 

Sveis vann bólkin við 24 stigum, Ísland gjørdist nummar tvey við 17 stigum, og Slovenia gjørdist nummar trý við 15 stigum. Kolbein Sigþórsson legði Ìsland á odda í 12. minutti, Daniel Braaten javnaði fyri Noreg, tá ein hálvur tími varð leiktur.

 

Miðjan november skal Ísland spæla tveir play off dystir ímóti einum øðrum tveyara um rættin at spæla í HM-endaspælinum í Brasil á sumri í 2014.