Ísland hevur tikið ímóti 525 flóttafólkum síðani 1956. Seinastu árini hava tey tikið ímóti umleið 22 flóttum annaðhvørt ár sum liður í UNHCR Resettlement Programme.
Tað skrivar Gunvør Balle, løgtingskvinna og fyrrverandi sendimaður Føroya í Íslandi á sínum bloggi.
– Eg búði í Íslandi í 2008, tá ið stjórnin, í samstarvi við Akranes kommunu, gjørdi av, at taka ímóti 29 palestinskum flóttum úr Irak. Hetta vóru einkjur við børnum, sum høvdu mist sínar menn á syndarligan hátt. Talan var um væl fyrireikaða og demokratiska prosess, har íbúgvar í Akranesi sjálvir játtaðu at vera partur av hesi uppgávu, skrivar Gunvør Balle.
Hon sigur at palestinsku konurnar fingu eitt heim og eitt arbeiði, eina stuðulsfamilju, tulkatænastu, undirvísing í íslendskum fýra dagar um vikuna, umframt sálarfrøðiliga og læknaliga hjálp. Og serligar fyriskipanir vóru gjørdar til at taka sær væl av børnunum og teirra tørvi.
– Tann uppgávan eydnaðist væl og familjurnar hava tað gott. Men ígjøgnum hesi árini, hevur Ísland bygt sær royndir upp við at taka ímóti útlendingum og at fáa tey integrerað í tað íslendska samfelagið. Til dømis eru ein rúgva av sersmíðaðum málskeiðum í boði, og í Reykjavík høvdu tey tilfluttu sítt egna Altjóða Hús, har tey kundu hittast og leita sær kunning og vegleiðing um alskyns viðurskifti, sigur Gunvør Balle.
– Eg haldi tað er gott og neyðugt, at løgmaður tekur málið við flóttafólki upp. Vit skulu taka hetta kjakið, tað mennir og búnar okkum, og vónandi verður niðurstøðan, at hesa ábyrgd skulu vit taka á okkum. Men tað skal gerast ordiligt, og tá vit hava gjørt tær neyðugu fyrireikingarnar, haldi eg vit kunnu byrja við at bjóða nøkrum fáum flóttafólka-familjum til okkara, heldur tingkvinnan.
Men hon heldur, at vit fyrst og fremst mugu vit taka ræði á útlendingaøkinum.
– Tað sigur seg sjálvt, at vit mugu sjálv stjórna økið fult og heilt fyri at skilja, hvat tað vil siga at umsita hetta fløkta mál og harvið gerast før fyri at bjóða fólki í neyð at búgva hjá okkum.
– Og vit skulu leggja nógv meir kreftir, enn vit gera í dag, í at fáa teir 1600 útlendingarnar, sum sjálv hava leitað sær higar at búgva og sum ganga ímillum okkum hvønn dag – at trívast. Tey 2.464 fólkini, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál – øll hesi ynskja sær nógv meir føroyskt-undirvísing, enn tey fáa, og betri innføring í okkara mentan og kunning um síni rættindi og skyldur. Og tey ynskja sær eitt stað - eitt »útlendingahús«. Tað skulu vit byrja við at geva teimum beint nú og her, sigur Gunvør Balle.