Sambært árligu kanningini hjá 'Freedom House', sum kannar frælsi hjá brúkarum á alnótini, bjóðar Ísland tað størsta rásarúmi at flyta seg runt á netinum. Íslandi á baki koma Estonia og Kanada, og eru hesi trý londini roknaði sum mest frælslyntu londini á netinum.
Kanningin fevnir um 65 ymisk lond, og hyggur nærri at hvussu stórt vald og eftirlit stjórnirnar í londunum hava við sínum internetbrúkarum. Londini fáa tillutað metingar frá 0 til 100 alt eftir hvussu støðan er. Nærri 0 merkir minni stjórnarlig inntriv í frælsi at virka á netinum og nærri 100 merkir at stjórnin avmarkar frælsi hjá sínum brúkarum á netinum.
Ísland fekk einans seks stig í kanningini, Estonia átta og Kanada varð á triðja plássi við 15 stigum. Tey, sum sambært kanningini, eru mest avmarkað í sínari nýtslu av internetinum eru Kina við 87 stigum, Sýria við 88 og á síðsta plássi, við størstum eftirliti og mest skerda brúkarafrælsinum á netinum, er Iran við 89 stigum.
Orsøkin til, at Freedom House hevur tikið stig til árligu internet kanningina, er, at fleiri fólk enn nakrantíð áður verða handtikin fyri sítt virksemi á netinum.