Fríggjakvøldið vóru venjingardystir leiktir kring Evropa, bert eina viku áðrenn EM-endaspælið í Týsklandi fer í gongd.
Ísland vann á Wembley leikvøllinum ein flottan 1-0 sigur á Onglandi. Jón Dagur Þorsteinsson skoraði sigursmálið longu í 12. minutti við einum góðum skoti, har hann útplasseraði málverjan.
Ísland megnaði næstan allan dystin at halda Ongland frá stórum málmøguleikum, og tað var um reppið at Ísland økti til 2-0 í seinna hálvleiki.
Ísland hevur nú vunnið tvær ferðir á Onglandi innanfyri átta ár. Og sum sæst á myndini omanfyri gevur enska ítróttarpressan veruliga ilt av sær um úrslitið og avrikið. Tað enska sjálvforstáilsi er ikki minkað við árunum.
Aðrastaðni megnaði Liktinstein ein flottan javnleik móti Rumenia, og Týskland vann móti Grikkalandi eina vika undan setanardystinum móti Skotlandi.
Her eru úrslitini frá venjingardystunum:
Ongland-Ísland 0-1 (0-1)
0-1 Jón Dagur Þorsteinsson ('12 )
Rumenia-Liktinstein 0-0
Týskland-Grikkaland 2-1 (0-1)
0-1 Georgios Masouras ('33 )
1-1 Kai Havertz ('56 )
2-1 Pascal Gross ('89 )
Póland-Ukraina 3-1 (3-1)
1-0 Sebastian Walukiewicz ('11 )
2-0 Piotr Zielinski ('16 )
3-0 Taras Romanczuk ('30 )
3-1 Artem Dovbyk ('41 )
Skotland-Finnland 2-2 (0-0)
1-0 Arttu Hoskonen ('54, sjálvmál )
2-0 Lawrence Shankland ('58 )
2-1 Benjamin Kallman ('72 )
2-2 Oliver Antman ('85 )