– Dundrandi søla av Jólabryggi. Tað eru boðini, sum Føroya Bjór hevur fingið frá sínum umboðsmanni í Íslandi
Tað merkist framvegis á søluni hjá Føroya Bjór í Íslandi, at bryggjarírisin, Egils, royndi at køva Føroyar Bjór og søluna hjá føroyaska bryggjarínum í íslendskum rúsuni.
Egils hevur eisini eina gulløl, og teir kravdu av Føroya Bjór, at ølið var tikið av hillunum í íslendsku rúsuni, um Føroya Bjór ikki alt fyri alt steðgaði við at nýta Gull-navnið.
Men tað gjørdi Føroya Bjór, sum hevur havt gullølina í sínum vøruúrvalið í 34 ár, ikki. Tað varð heldir ikki væl sæð í Íslandi, at stóra bryggjaríið royndi at køva lítla bryggjaríið úr Føroyum.
Les eisini: Føroyskt øl enn á hillum í Íslandi
www.in.fo/news-detail/news/foeroyskt-oel-enn-a-hillum-i-islandi/
Sølan vaks munandi, og hon hevur verið munandi størri síðani.
Og í gjár var sokallaður j-dagur í Íslandi, tá sølan av jólaøli byrjar.
Sophus Dal-Christiansen, marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór, sigur, at móttøkan í Íslandi var sera góð.
– Øll sendingin av Jólabryggi var nærum útseld eftir einum degi, og vit hava sent meira yvir í gjár. Eg kann leggja afturat, at sølan av føroya Bjór í Íslandi bara veksur fyri hvønn mánað, so tað er so hugaligt, sigur hann.