Ísrael fær tríggjar deyðar gíslar aftur úr Gaza

Líkini av trimum gíslum eru fingin úr Gaza, upplýsir ísraelski herurin.

Ísrael sigur, at tað um vikuskiftið hevur framt eitt átak at heinta deyðar gíslar úr Gaza. - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Tað boðar tíðindastovan AFP frá í dag.

- Í einum serligum átaki vórðu líkini av gíslunum Ofra Keidar, Yonatan Samerano og stabssersjantinum Shay Levinson heintað úr Gazageiranum í gjár, skrivar herurin í eini fráboðan.

Samerano varð dripin undir álopinum á Ísrael 7. oktober 2023 og fluttur til Gaza. Tað sama er galdandi fyri Keidar og Levinson, sum sambært fráboðan frá ísraelska herinum "bardust móti yvirgangsmonnum 7. oktober og doyðu í bardaga".

Eftir at gíslarnir eru heintaðir, eru sambært tíðindastovuni Reuters 50 gíslar eftir í Gaza. Einans 20 av teimum verða hildin at vera á lívi.

 

/Ritzau/

 

Ísrael sigur, at tað um vikuskiftið hevur framt eitt átak at heinta deyðar gíslar úr Gaza. - Mynd: -/Ritzau Scanpix