Ísrael samtykkir forboð móti ST-felagsskapinum UNRWA

Ísraelskar ætlanir um at banna arbeiðinum hjá UNRWA í Ísrael hava elvt til atfinningar frá nógvum síðum.

Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix

Ísraelska tjóðartingið, Knesset, samtykti í kvøld eina lóg, sum bannar ST-felagsskapinum UNRWA at virka í Ísrael.

Det skriver tíðindastovan Reuters.

UNRWA er stovnurin hjá ST fyri hjálp til palestinskar flóttafólk í Miðeystri. Stovnurin arbeiðir í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum umframt í Libanon, Sýria og Jordan.

Arbeiðið hjá felagsskapinum verður mett at hava alstóran týdning fyri sivilfólk í krígsrakta Gaza eins og á Vestara Áarbakka.

Ísrael hevur serliga ringt samband við UNRWA, sum landið hevur ákært fyri at hava tilknýti til yvirgang.

Millum annað hevur Ísrael ákært UNRWA fyri, at fleiri av starvsfólkunum vóru við í álopinum hjá hernaðarrørsluni Hamas 7. oktober 2023.

ST segði í august, at starvsfólk hjá UNRWA kunnu hava verið við í álopinum 7. oktober. Viðkomandi eru uppsøgd.

Harumframt er komið fram, at herleiðarin hjá Hamas, sum varð dripin í einum loftálopi, var í starvi hjá felagsskapinum.

Áðrenn lógin varð samtykt, varð funnist at ætlanum um bann frá fleiri síðum altjóða - eisini úr USA.

So seint sum í kvøld segði talsmaðurin fyri uttanríkisráðið í USA, Matthew Miller, á einum tíðindafundi, at USA hevur havt "djúpa stúran" fyri Ísrael um møguliga bannið.

Eisini hevur bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, í dag tosað um ísraelsku ætlanirnar um forboð "við stórari ørkymlan" í bretska tjóðartinginum.

 

/Ritzau/

 

 

Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix