Ísrael væntar at fara víðari við Gaza-ætlanini skjótt

Hóast spenningurin er minkaður, so eru ofta fráboðanir um fólkaskaða í Gaza, har álvarslig stig mangla í friðarætlanini.

Friedrich Merz, kanslari, og Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, standa við síðuna av hvørjum øðrum á tíðindafundi, meðan Merz vitjar í Ísrael. - Mynd: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix

Frá ísraelskari síðu verður væntað, at tað skjótt fer at kunna fara víðari til næsta stigið í amerikansku vápnahvíldarætlanini fyri Gaza.

Tað segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á einum felags tíðindafundi við týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz, sunnudagin.

Tað var í oktober, at semja um vápnahvíld varð fingin í lag. Hon er grundað á fleiri fasur.

- Vit umrøddu, hvussu vit skuldu gera enda á Hamas-stýrinum í Gaza, sigur Netanyahu saman við Merz.

- Vit endaðu fyrsta partin, og so vænta vit at fara heilt skjótt til annað stig, sum verður truplari, heldur kanslarin fram.

Síðani vápnahvíldin varð fingin í lag, eru bardagarnir nógv minkaðir, men eru ikki heilt steðgaðir.

Í fyrstu stigunum í vápnahvíldini hevur Ísrael trekt seg til eina sonevnda gula linju, sum framvegis liggur inni í Gaza.

Samstundis hevur hernaðarligi palestinski bólkurin Hamas latið allar livandi gíslar og leivdirnar av øllum uttan einum av deyðu gíslunum leysar.

Men ikki er komið á mál við næsta stigi í ætlanini.

Í upprunaligu 20-punktsætlanini eru ein røð av tiltøkum, sum samráðast skal um.

Millum annað er ætlanin at seta eina fyribils, palestinska teknokratiska stjórn í Gaza. Hon skal stýra undir eftirliti av einum altjóða friðarvarðveitingarstovni og einum altjóða herdeildi.

Samstundis er ætlanin, at Hamas-bólkurin skal avvápnast, sum eisini væntandi verður eitt avbjóðandi punkt at fremja.

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sigur, at hann væntar at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump í desember.

- Eg fari at hava sera týðandi samrøður síðst í mánaðinum um, hvussu vit koma til annað umfar, sigur Netanyahu sambært Reuters.

 

/Ritzau/

 

Friedrich Merz, kanslari, og Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, standa við síðuna av hvørjum øðrum á tíðindafundi, meðan Merz vitjar í Ísrael. - Mynd: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix