Ísraelski herurin (IDF) heitir nú á sivilar iranar, sum búgva nærindis iranskum vápnagoymslum og vápnaframleiðslum, um at rýma úr økinum.
- Skundávaring til iranskar borgarar: Allir borgarar, sum eru nærindis allari vápnaframleiðslu og tess stuðulsstovnum eiga at rýma úr økinum og ikki koma aftur fyribils.
Soleiðis skrivar ísraelski herurin á sínum X-vanga, sum skrivar á persiskum máli.
- Eru tit um hesar leiðir, seta tit tykkara lív í vanda, verður lagt aftrat í skundboðunum frá ísraelska herinum.
Ísraelski herurin hevur áður lagt skundboð út, sum hava verið galdandi fyri kjarnorkureaktorar í Iran, men hesir eru sambært útlendskum miðlum ikki beinleiðis nevndir í boðunum í morgun.