Italia skal spæla U20 HM-finalu móti Uruguay

Italia vann 2-1 á Suðurkorea í hálvfinaluni

Tað vera Italia og Uruguay, ið skulu spæla U20 HM finalu í Buenos Aires í Argentina komandi sunnukvøld klokkan 22.

 

Fyri løtu síðani var hálvfinalan millum Italia og Suðurkorea liðug. Italia vann dystin 2-1.

 

Cesare Casadei legði Italia á odda 1-0 tá eitt korter var spælt av dystinum. Bert átta minuttir seinni javnaði Seung Won Lee upp á brotsspark. Sigursmálið skoraði Simone Pafundi tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Italia hevði væl fleiri málmøguleikar enn Suðurkorea og vann ein uppibornan sigur.

 

Suðurkorea skal spæla bronsudyst móti Ísrael, ið tapti 0-1 fyri Uruguay í hinari hálvfinaluni.