Italskt stórfelag hevur bjóðað upp á Dávid Reynheim

HB váttar, at felagið hevur góðtikið eitt boð upp á Dávid Reynheim frá italskum stórfelagi

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dávid Reynheim (t.v) í dysti móti KÍ fyrr í ár

Italska Seria A felagið, Torino, hevur bjóðað upp á Dávid Reynheim hjá HB. Ítróttarstjórin hjá HB váttar fyri In.fo, at felagið hevur góðtikið boðið.

 

- Ja, eg kann vátta at vit hava fingið eitt boð frá Torino, sum vit eru nøgdir við. Nú er upp til partarnar at samráðast víðari, men vit eru nøgdir við okkara part og gleðast um, at spælarar hjá HB fáa slíkar møguleikar, sigur Símun Samuelsen.

 

Tað er helst ikki uttan orsøk, at tað er júst eitt italskt felagið, sum bjóðar upp á 16 ára gamla áleyparin. Venjari hjá HB er italski Adolfo Sormani. Torino spælir í Seria A, sum er besta deildin í Italia.

 

In.fo fylgir søguni.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dávid Reynheim (t.v) í dysti móti KÍ fyrr í ár