Í kvøld er Ítróttafagnaður í Løkshøll í Runavík.
Sjeyndi og seinasti heiðurin í kvøld var: "Ársins ítróttanavn"
Tað gjørdist A-landsliðið hjá monnum í hondbólti, ið fekk heiðurin at vera ársins ítróttarnavn. Tað var verjin hjá føroysku ítróttini, Aksel V. Johannesen, løgmaður sum handaði heiðurin til umboð fyri A-landsliðið í hondbólti hjá monnum.
Einasti tøki leikarin at taka ímóti heiðrinum var Ísak Vedelsbøl. Allir hinir spæla í feløgum uttanlands.
- Í summar fari eg eisini at spæla uttanlands. Tað verður við Sävehof í Svøríki, sigur Ísak Vedelsbøl.
- At vinna ársins ítróttarnavn er stórt, sigur Mark Lausen-Marcher frá HSF.
- Framgongdin í føroyskum í hondbólti er ikki komin av óvart, sigur Julian J. Johansen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum.
Hini innstillaðu vóru mansliðið hjá KÍ og Jónas Gunnleivsson Isaksen.