Fyrr í summar varð avtala endaliga undirskrivað millum Sunda kommunu og Eiðis kommunu um, at Sunda kommuna keypir partin hjá Eiðis kommunu í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Hetta merkir, at Sunda kommuna nú er einsamallur eigari av skúlanum, men avtalan byggir eisini á, at næmingar í 8., 9. og 10. flokki av Eiði - ímóti gjaldi - koma at ganga í nýggja skúlanum Við Streymin tey næstu 15 árini.
- Avtalan er ein týðandi liður í ætlanini hjá Sunda kommunu at leggja allar skúlarnar í kommununi saman í ein nýggjan skúlabygnað, har allir næmingar hava somu møguleikar.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at hetta letur upp fyri møguleikanum hjá Sunda kommunu at skapa eitt nýtt og spennandi skúlaumhvørvi til verandi og framtíðar næmingar í einum skúladepli á Oyrarbakka.
Borgarstjórin dylur ikki fyri, at tey innanhýsis í kommununi eisini hava havt spurningin á lofti um eina ítróttarhøll í økinum.
- Nú taka vit fyrst skúlan, og síðan verður ítróttarhøllin eitt tað næsta, sum vit fara í holt við, staðfestir borgarstjórin, sum annars fegnast um teir fasilitetir, sum longu eru í Felagsskúlanum á Oyrarbakka við góðum svimjihyli og fimleikarhøll.
Heðin Zachariasen heldur, at ein ítróttarhøll rættiliga hevði knýtt spjaddu kommununa saman, og sjálvur heldur hann avgjørt, at ein ítróttarhøll í økinum liggur ikki nógv ár frammi.