Ítróttarliga finalan er í kvøld

Champions League: Manchester City og Real Madrid eru favorittar at vinna kappinginia, men annar fellur í kvøld

Í kvøld eru tvær seinnu fjórðingsfinalur í Champions League. Í báðum førunum er talan um javnar og spennandi uppgerðir, men tann á Etihad leikvøllinum millum Manchester City og Real Madrid er nokk ítróttarliga finalan í ár.

 

Manchester City (3) – (3) Real Madrid (20.00)

 

Heimaliðið er verandi vinnari og gestirnir eru mest vinnandi felagið í kappingini. Bæði eru oddalið og favorittar í heimligu kappingini, og hesi bæði eru favorittar at vinna Champions League í ár. Avbjóðingini er, at lutakastið paraði favorittarnar longu í fjórðingsfinaluni.

 

Manchester City hevur Kyle Walker tøkan og tað verður neyðugt hjá honum at spæla væl, tí hann skal takast við Vinícius Júnior. Fyri Real Madrid kemur tað illa við, at Aurélien Tchouaméni hevur leikbann. Thibaut Courtois og David Alaba eru framvegis skaddir. Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, hevur allar mans tøkar.

 

Fyrri dysturin endaði við málríkum og spennandi javnleiki 3-3. Nakað bendir á, at vinnarin av hesi uppgerðini stendur eftir við steypinum.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Manchester City: Ederson; Walker, Stones, Rúben Dias, Gvardiol; Rodri; Bernardo Silva, De Bruyne, Foden, Grealish; Haaland

 

Real Madrid: Lunin; Carvajal, Nacho, Rüdiger, Mendy; Valverde, Kroos, Camavinga, Bellingham; Vinícius Júnior, Rodrygo

 

Leikbann: Tchouameni

 

Bayern Munchen (2) – (2) Arsenal (20.00)

 

Tað er alt at spæla fyri á Allianz Arena í kvøld. Heimaliðið hevur verið í kreppu í ár, men við javnleikinum í fyrra dystinum og sigri um vikuskiftið, so hevur Bayern Munchen enn ein kjans at vinna eitt steyp í ár.

 

Arsenal hevur verið flúgvandi í ár, men sunnudagin fingu teir ein neva í andlitið. Á heimavølli tapti Arsenal móti Aston Villa. Spurningurin er nú, um hetta hevur nakra ávirkan á dystin í kvøld.

 

Heimaliðið er uttan Sacha Boey, Bouna Sarr, Kingsley Coman, Serge Gnabry og leikbannaða Alphonso Davies. Hjá Arsenal er Martin Ødegaard ivasamur. Hann bleiv skiftur út í dystinum móti Aston Villa.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Bayern: Neuer; Kimmich, De Ligt, Dier, Mazraoui; Laimer, Goretzka; Sané, Müller, Musiala; Kane

 

Leikbann: Alphonso Davies

 

Arsenal: Raya; White, Saliba, Gabriel, Tomiyasu; Havertz, Jorginho, Rice; Saka, Jesus, Martinelli

 

Vinnarin av hesum báðum uppgerðunum møtast innanhýsis í hálvfinaluni. Borussia Dortmund og Paris Saint Germain eru í hinari hálvfinaluni.