Ivaðust ikki

Dómararnir í dystinum leygardagin vóru sannførdir um, at talan var um rætta avgerð, tá teir floytaðu fyri brotskasti bert tvey sekund fyri leiklok

Hondbóltur

Dómararnir í dystinum leygardagin komu rættiliga í fokus, tá Kristian Johansen tvey sekund fyri leiklok dømdi brotskast til Kyndil. Eitt brotskast, sum vestmenningar slettis ikki vildu kennast við, og sum teir eisini góvu greitt til kennar eftir dystin.
Eftir dystin var tað tó ein avkláraður Kristian Johansen, sum vit fingu orðið á, og hann ivaðist ikki í, at teir høvdu dømt rætt.
- Eg eri kanska tann fyrsti at floyta, men Sámal var eisini á veg til at bríksla. Hann segði við meg eftir dystin, at hann sær verjuleikararnir toga Jacob niður. Sjálvur standi eg innanfyri, og eg haldi Jacob verða kliptan av í gjøgnumbrotsroyndini, og so haldi eg eisini, at VÍF-leikararnir verja innanfyri.
- Tað einasta, sum vit kunnu døma, er tað vit síggja. Róp og geyl og umstøðurnar kring vøllin ananrs, fáa vit ikki tikið atlit til. Somikið einfalt er tað, helt hann eftir dystin.
Víðari sigur Kristian annars, at hann harmast úttalilsini frá VÍF-leikarunum eftir dystin. Men hinvegin sigur hann seg eisini skilja, at tað eru ting, sum verða søgd, tá menn eru heitir.
- Tað er sjálvandi keðiligt at fáa slíkt slongt oman yvir seg, men tað má man so taka við, og eg havi sjálvur verið við somikið leingi, at man ikki tekur sær slíkt alt ov nær, sigur altso Kristian Johansen at enda.