Ivano Balic spælir hóast pínu

Kl. 16.30 stendur stóra slagið. Heimsins bestu hondbóltslið hjá monnum í skrivandi stund, Kroatia og Frakland spæla tá HM-finalu niðri í Kroatia.

 

Ógvuliga kreativi playmakarin hjá Kroatia, superstjørnan, Ivano Balic hevur stríðst við pínu í kroppinum, vegna skaða. Kortini verður hann roknaður fyri at verða Heimsins besti hondbóltsspælari av teimum flestu.

 

29 ára gamli Ivano Balic, sum er 189 cm høgur ætlar at bíta pínuna í seg, og fer at kýta seg fyri at taka lut í søguliga møguleikanum at vinna HM á heimavølli í Kroatia. Vinna Balic og landsmenn hansara heimsmeistaraskapið í manshondbólti í dag, so koma teir at standa sum fólkahetjur í søguni hjá tí stoltu kroatisku tjóðini.

 

- Í dag ætli eg mær at gloyma pínuna í kroppinum. Tað er ein fantastisk kensla, sum kroati at sleppa at spæla eina HM-finalu heima í Kroatia. Hesa uppliving vil eg sleppa at verða partur av. Segði Ivano Balic í stuttari samrøðu við danska TV2.

 

15.000 hartrópandi og larmandi kroatiskir áskoðarar fara at leggja eitt øðiligt trýst á franska liðið, og tað kann eisini fara at vísa seg at verða ein avgerandi faktorur í dag.

 

Danska TV2 vísir finaluna millum Kroatia og Frakland. TV2 sæst m.a. á Televarpinum.