Hjá NSÍ hava hvørki Nenad Stankovic ella Jónhard Fredriksberg vant, síðani NSÍ mikudagin spældi móti ÍF.
Nenad dregist við skaða í lærinum, og hjá Jónhard er talan um løst, sum hann fekk í knæið undir dystinum.
Ta ferðina var Einar Hansen á beinkinum, men sum skilst, so verður hann hesa ferð millum teir fyrstu ellivu.
Hjá EB/Streymi er greitt, at Marcel ikki verður við. Persónligar ávur bera við sær, at hann í skundi mátti flúgva heim.
Hartil er ivamál um bæði Mikkjal Thomassen og Egil á Bø. Mikkjal hevur havt trupulleikar við hælsinuni, og var tí ikki við seinast. Egil á Bø varð tá skiftur út tíðliga í dystinum.
- Vit testa teir báðar seinni í dag, og so fáa vit at síggja, hvørjar spælarar eg havi tøkar, sigur venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen.